Uppskrift
Fettuccini à la lambslivur
Til 4 fólk
- 1lambslivur
- 1stóran leyk
- 200 gav soppum
- -hveitimjøl
- 1 sskav smøri
- 1 pkav róma
- 1lambsbótarmola
- ½ pottav persillu
- -salt og pipar
- 600 gav fettuccini
Soleiðis gert tú
Sker livrina í dálar og legg í rennandi vatn í nakrar minuttir. Sker leyk og soppar í tunnar flísar.
Vend livrini í hveitimjøli.
Steik livrina við eitt sindur av smøri á pannu við miðal hita. Steik, til livurin verður brún. Steik síðan soppar og leyk saman við livrini. Tak síðan av pannuni og set til síðis.
Stoyt róma á pannuna og lat tað kóka, so tað verður tjúkt. Smakka til við salti, pipari og lambsbótarmola.
Kóka fettuccini í vatni við eitt sindur av salti.
Vend pastu og persillu í sósina.
