Í dag hava vit vant okkum við at keypa smør, oljur og sápur í
handlum, men tálg kann framvegis saktans brúkast í staðin. Um vit reinsa
og smelta hana, verður hon ein góð, bílig og burðardygg rávøra, sum kann
brúkast til alt frá bakstri til húðrøkt og enntá sum ljós. Og so heldur hon
sær so deiliga leingi hvít og góð í køliskápinum ella frystiboksini.
Á hvørjum flettum seyði er eitt gott kilo av tálg. Sjálvsagt alt eftir,
hvussu seyðurin er fyri. Ærnar hava nógva tálg, veðurlombini eitt sindur
minni. So tað er bara at koma í gongd við at uppdaga henda gloymda
skattin, ið annars bara fer til spillis.
Til gagns
Mannagongd til reina tálg
Reinsa tálgina og sker hana sundur í smáar bitar ella mal hana í kjøtmaskinu.
Smelta hana síðani í einari grýtu saman við á leið 2 dl av vatni.
Síla síðani tálgina ígjøgnum eitt viskustykki ella annað toystykki.
Lat tálgina stadna nakað í einum ílati.
Stoyt vatnið frá og sker tað niðasta av feittinum burtur.
Nú er tálgin klár at brúka.
Goym kalt ella fryst tálgina, um tú ikki skalt brúka hana beinanvegin.