Uppskrift

Sperðlapylsa við eplasalati

Til 4 fólk

Kjøtfars

  • 500 gav hakkaðum kjøti, til dømis lambskjøti, svínakjøti ella avroði
  • 1 tskav salti
  • 1egg
  • 0,5 dlav mjólk ella vatni
  • 40 gav hveitimjøli
  • ½leyk
  • ¼ tskav pipari

Sperðlapylsa

  • 500 gav kjøtfarsi
  • 4várleykir
  • 1 pottav timiani
  • 2 sskav soya
  • 2sperðlar

Eplasalat

  • 500 gav kókaðum eplum
  • 50 gav majonesu, ella meira um tú vilt hava kremutari salat
  • 50 gav kapers
  • 50 gav súltaðari agurku
  • -salt og pipar
  • -dild til pynt
Bílegg avroð

Kjøtfars

Rør salt saman við kjøtinum fyrst, til tað verður javnt og bindur.

Blanda egg, mjólk og mjøl saman við kjøtinum.

Hakka leykin smátt og blanda leykin og piparið í farsið.

Lat hvíla í køliskápi í 20-30 minuttir.

Sperðlapylsa

Hakka várleykin og timianið smátt, og vend saman við kjøtfarsinum og soyanum.

Legg reinsaðu sperðlarnar í heitt vatn, so teir eru lættir at arbeiða við.

Koyr farsið í sproytiposa og fyll sperðlarnar.

Steik ella grilla í 20 minuttir á miðal hita, til sperðlarnir eru væl gjøgnumstoktir.

Eplasalat

Sker eplini í hóskandi bitar.

Vend eplunum við majonesu, kapers og smátt hakkaðari, súltaðari agurku.

Smakka til við salti og pipari.

Pynta við dild.