Uppskrift
Livurpostei við súltaðum reyðleyki
Til 4 fólk
- 600 gav lambslivur
- 300 gav smøri
- 150 gav leyki
- 50 mlav róma
- 50 mlav portvíni
- 2 tskav timiani
- 2 tskav salti
- 1 tskav pipari
- -kapers
Súltaður reyðleykur
- 500 gav reyðleyki
- 100 gav súreplaediki
- 100 gav sukri
- 100 gav vatni
- 2lavrberjabløð
- 1 tskav piparkornum
- 1 tskav sinnopskornum
Soleiðis gert tú
Reinsa livrina og legg hana í vatn í ein dag, um hon er fesk. Er hon fryst og hevur ligið í vatni áðrenn, er hetta ikki neyðugt.
Lat alt tilfarið í ein blendara og blenda til eitt javnt deiggj. Lat síðan í fýra smá eldføst íløt ella foliubakkar.
Baka livurposteiið á 180 stigum í luft í 45 minuttir. Um tað verður bakað í foliubakkum, er tað umráðandi at seta foliubakkarnar í vatnbað í ovninum.
Lat livurposteiið kólna eina løtu og borðreið tað flótt upp á breyð við súltaðum reyðleyki og kapers.
Súltaður reyðleykur
Flys leykin og sker hann í tunnar flísar.
Stoyt restina av tilfarinum í eina grýtu og hita, til sukrið er smeltað. Koyr síðan reyðleykin í og lat smákóka í 3 minuttir, ella til leykurin verður eitt sindur bleytur.
Goym í skáldaðum, lufttøttum gløsum.
