Uppskrift

Seyðarhøvd í maisskálum

Til 4 fólk (munnbitar)

  • 1seyðarhøvd
  • 1 sskav garam masala
  • 8sjerritomatir
  • ½agurku
  • ½reyðleyk
  • 1 lógvaav salati
  • 1 pkav maisskálum

Tzatziki

  • 1agurku
  • 2 sskav grikskum jogurti, 10%
  • 1hvítleyksbát
Bílegg avroð

Soleiðis gert tú

Kóka seyðarhøvdið, til tað er moyrt. Pilka alt kjøtið av og hakka tað smátt.

Steik kjøtið á einari pannu við olju og krydda við garam masala.

Skola salatið og sker tað smátt.

Sker tomatir, agurku og reyðleyk smátt og blanda tað saman í salatið.

Tzatziki

Sker agurkuna í helvt og tak kjarnurnar úr við eini skeið.

Rív agurkuna, drússa eitt sindur av salti á og lat liggja í 10 minuttir.

Kroyst alla vætuna úr agurkuni og koyr agurkuna í eina skál saman við jogurtinum.

Rív hvítleykin smátt og rør hann í tzatzikiið. Smakka til við salti.

Legg fyrst salatið í maisskálirnar, síðan tzatziki og enda við kjøti og restini av grønmetinum.