Uppskrift

Hjarta í rómasós við eplamorli

Til 4 fólk

  • 600 gav hjørtum
  • 200 gav fleski í terningum
  • 200 gav leyki
  • 2súrepli
  • 200 gav soppum
  • 5 kvistarav timiani
  • 4 dlav róma
  • -maizena
  • -lambsbótarmolar
  • -salt og pipar

Eplamorl

  • 800 gav eplum
  • 80 gav róma
  • 80 gav smøri
  • -salt og pipar
Bílegg avroð

Soleiðis gert tú

Reinsa og sker hjørtuni í flísar, steik tey væl í olju í einari grýtu.

Hakka leykin smátt og steik saman við hjørtunum og fleskinum.

Tá alt er væl stokt, stoyt tá vatn í grýtuna, til alt er undir. Lat smákóka í 1-2 tímar, til hjørtuni eru moyr.

Sker súrepli og soppar smátt, koyr tað í grýtuna og lat smákóka í 15 minuttir.

Stoyt nú róma og hakka timian í grýtuna og smakka til við lambsbótar molum, salti og pipari. Lat rættin smákóka nakrar minuttir. Javna grýturættin við maizena, um tú vilt hava hann tjykkri.

Eplamorl

Flys eplini og sker tey í bitar. Skola eplini í vatni fyri at fáa alt stívilsi úr.

Kóka eplini, til tey eru moyr.

Stoyt vatnið frá eplunum og morla tey saman við smøri og róma.

Smakka til við salti og pipari.