Uppskrift
Abbasa blóðpylsa við lekkrum tilhoyri
Til 4 fólk
Til 5 blóðpylsur
- 1vomb og vinstur
- 1 lav sílaðum blóði
- ½ lav mjólk
- 500 gav hveitimjøli
- 500 gav rugmjøli
- 225 gav sukri
- 225 gav putursukri
- 4 tskav alhanda
- 3 tskav pipari
- 1 sskav grovum salti
- 600 gav tálg
- 125 gav rosinum
Tilhoyr
- 500 gav eplum
- 4súrepli
- 2leykir
- 20 gav smøri
- -frískt timian
- -salt og pipar
Soleiðis gert tú
Vaska vombina væl og klipp í 4 indur. Við vinstur fært tú 5 pylsur burtur úr.
Seyma indrini saman aftur við bummulstráði. Gloppini millum stingini skulu ikki vera ov long, tó skal eitt lítið hol vera eftir til síðst, so tú fært fylt blóð í.
Lat fyrst blóð og mjólk í ein bolla og rør saman við einari sleiv. Lat síðan mjøl, sukur, putursukur og krydd í og rør alt væl saman. Sker tálgina í smáar bitar og rør í deiggið saman við rosinunum.
Fyll síðan í indrini – hálvt upp. Seyma síðan indrið saman.
Loypur blóð av, ber til at steikja restina av deigginum á pannuni til blóðpannukøkur.
Skola lidnu indrini við lunkaðum vatni og trýst varliga á tey, soleiðis at tálgin og rosinurnar verða væl blandað.
Lat kóka í lættsaltaðum vatni í 90 minuttir. Teir fyrstu 15 minuttirnir eru sera umráðandi, tá mást tú stinga ein stokk í indrini og venda teimum fleiri ferðir.
Indrini eru liðug, tá tú stingur ein knív í og einki deiggj er á knívinum.
Tú kanst borðreiða tey beinanvegin ella lata tey liggja til dagin eftir. Sker tey tá í flísar og vend á pannuni við smøri. Eitt til tvey indur til fýra fólk. Fryst indrini sum leypa av.
Tilhoyr
Kóka eplini við skali og flys tey, tá tey eru køld.
Flys súreplini og sker tey í álir. Flys leykin og sker hann í álir.
Hita eina pannu á miðal hita og stoyt olju á – steik leykin og súreplini, til tey verða bleyt og fáa eitt sindur av liti, og krydda við timiani, salti og pipari.
Sker eplini í hóskandi bitar og vend teimum á pannuni saman við restini av tilfarinum.
Vend til síðst smørið á pannuni saman við eplablandinum.
Borðreið afturvið blóðpylsuni.
