Bílegging og váttan
Sum partur av arbeiðinum at gera avroð lættari atkomuligt hjá føroyingum, samstarvar IRF við føroyskar bøndur um avrod.fo.
Her kanst tú lætt finna ein bónda í tínum øki og senda eina umbøn um tað avroðið, tú ynskir.
Bílegg á avrod.fo
Á avrod.fo velur tú tað, tú ynskir at bíleggja, og sendir eina umbøn til bóndan. Bóndin fær eitt avrit av bíleggingini og setir seg síðani í samband við teg fyri at avtala útflýggjan og gjald.
Bíleggingin á avrod.fo er sostatt ein umbøn og ikki ein endalig váttan um, at vøran er tøk.
Bílegg í góðari tíð
Úrvalið av avroði er treytað av, hvat bóndin hevur tøkt. Tí ber ikki altíð til at tryggja, at júst tann rávøran ella nøgdin, tú ynskir, er tøk.
Vit mæla tí til at bíleggja í góðari tíð.
Gjald
Einki gjald fer fram á avrod.fo.
Avrod.fo miðlar sambandið millum teg og bóndan. Sjálv sølan, gjaldið og útflýggjanin verða avtalað beinleiðis tykkara millum.
Avroð – pakkað sum ein vøra
Dentur verður lagdur á, at avroðið er innbjóðandi, lætt at handfara og einfalt at nýta í gerandisdegnum.
Livur, hjørtu og annað avroð verður pakkað í hóskandi nøgdum, eitt nú 0,5 og 1 kg, so tað passar til ymisk húski og ymiskan tørv.
Eisini verður møguleiki at bíleggja pakkar til blóðpylsu, har blóð, tálg og vomb kunnu verða sett saman eftir tørvi. Blóð kann eisini fáast serliga ætlað til blóðpannukøkur og aðrar klassiskar føroyskar rættir.
Alt verður pakkað soleiðis, at tað er lætt at taka í nýtslu, goyma og leggja aftur í frystiboksina.
Føroysk rávøra við stuttari leið
Tá avroð frá føroyskum djórum verður gagnnýtt sum matur, fáa vit meira burtur úr teirri rávøru, vit longu hava.
Stutta leiðin frá bónda til brúkara gevur samstundis møguleika fyri einari ferskari, lokalari rávøru við greiðum uppruna.
Á avrod.fo vilja vit gera tað lættari at finna, bíleggja og brúka føroyskt avroð – og geva íblástur til bæði siðbundnar og nýggjar mátar at fáa meira burtur úr góðari føroyskari rávøru.