Uppskrift
Hjartagrýta til 4 fólk
Til 4 fólk
- 4hjørtur
- 150 gbakon
- 200 gav soppum
- 1 spskav smør
- 1miðal stóran leyk
- 1 spskav papriku
- -Salt og pipar
- 1 spskav tomat konsentrat
- uml. 5 dlav vatni
- 1 bátav hvítleyki
- 2laurberjabløð
- 1/2 tskav timian
Javningur
- 2 dlsúrróma 18%
- 2 spskav maizena
Soleiðis gert tú
Reinsa hjørtuni og sker í strimlar og sopparnar í flísar.
Sker bakoni og soppar og brúnka í einari grýtu.
Tak bakoni uppúr grýtuni og legg til síðis.
Koyr skornu sopparnar í grýtuna og brúnka í nakar min.
Tak sopparnar úr grýtuni og lekk til síðis.
Smelta smørið í grýtuni og brúnka leykin í 2 min.
Koyr hjørtuni í grýtuna og brúnka í uml. 5 min.
Koyr restina av tilfarinum í og lat rættin kóka í uml. 1½ tíma.
Koyr soppar og bakon í grýtuna og lat kóka í uml. 5 min
Afturvið:
Eplamorl ella stokt epli og salat.
–
Hugskot
Sker livur í tjúkkar álir og brúnka á pannu í uml. 5 min á hvørjari síðu.
Krydda við salt, pipar, papriku og sitrónpipar.
Koyr í sósina tá 5 min eru eftir.
Ger dupulta port av sós.
Uppskriftin er frá Jóhannu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra í RÓTINI – www.rotin.fo
