Hvat er avroð

Ein pottur av sveita, høvd og føtur, mørur (tað er livur, lungur, hjarta og lundir), garnmørur, nýru, sperðilsgørn, hvítanýru og strongur, ein vaskað vomb og 4 merkur av tálg.

Avroð er felagsheiti fyri ávísar partar av flettum seyði, og biður tú um eini avroð, kanst tú fáa omanfyri nevndu partar av seyðinum. Ymiskt er frá garði til garð, júst hvat verður mett sum partur av avroðunum, og tí er best, at tú nevnir júst tað, ið tú skal brúka.

Í Føroyum er gamalt at eta avroð, og fara vit til dømis hundrað ár aftur í tíð, so varð alt á seyði etið uttan gor, gall og milti. Enntá føturnir vórðu rotaðir og kókaðir til súpanarbót.

Í dag er øðrvísi. Avroðini verða í stóran mun til burturkast, tí hóast vit í øldir hava etið alt frá livur og hjarta til blóðpylsu, so eru matvanarnir øðrvísi í dag. Og hóast avroð eru full av proteinum, vitaminum og mineralum og hava verið natúrligur partur av føroyskum mati í fleiri hundrað ár, so hava samfelagsbroytingar, krepputíðir og rák uttanífrá við skundverðum flutt vanar. Og í dag burturbeinir IRF hvørt ár fleiri 100 tons av avroðum.

Við avroð.fo vilja vit geva íblástur og bróta upp úr nýggjum, so hesar rávørur ikki enda sum burturkast og verða brendar. Hetta er jú ein delikatessa bæði í Fraklandi og Italia, sum eru lond í fremstu røð tá talan er um góða matgerð.

Fyri at endurvekja áhugan fyri avroðum, geva vit her á síðuni lit við grønmeti, smakk við heitum kryddi, og vit borðreiða við bæði nudlum, pastu og mjúkum eplamorli. Og vekja vit aftur áhugan fyri avroðum, so vinna vit stórt viðvíkjandi matoyðsli.