Til gagns

Feittstift úr tálgi

  • 20 gtálg
  • 4 gbivoks
  • 2 gricinusolju
  • uml. 0,5 grátt hunang
  • 3 droparav eteriskari piparmyntuolju
Bílegg avroð

Varrabalsam úr tálg

Ein feittstift, sum kennist júst soleiðis, sum ein feittstift eigur at kennast – mjúk, verjandi og vætandi.

Ein tann besta og mest effektiva feittstiftin, eg kenni, er gjørd úr tálgi og er frá Mary No. 1.

Tá eg havi brúkt hana, havi eg lagt merki til ein heilt veikan anga av tálgi. Tað sama merkti eg við feittstiftini, sum eg gjørdi í dag. Angin er als ikki sterkur – bara ein lítil áminning um, at hon er gjørd úr veruligum og nærandi rávørum. Tað órógvar meg als ikki.

Samanborið við nógvar vanligar feittstiftir, sum tykjast gera varrarnar turrari við tíðini, kennist ein feittstift úr tálgi sera nærandi og verjandi. Einføld innihaldsevni – og einki óneyðugt.

Eg gjørdi bara eina lítla nøgd hesa ferðina fyri at royna uppskriftina, men eg eri sera væl nøgd við úrslitið.

Og eitt stuttligt fakta at enda: Bivoksið, sum eg brúkti, keypti eg fyri tveimum árum síðani. Bivoks heldur seg sera leingi, um tað verður goymt væl. Náttúran veit veruliga, hvat hon ger.

Hevur tú nakrantíð roynt feittstift úr tálgi?

Uppskrift frá Sáru Bernhardsdóttir.
Fylg henni á Instagram