Til gagns
Sápa úr tálg
- 400 gav reinari tálg
- 230 mlav vatni
- 92 gav kaustiskari sodu
- 200 gav kokusolju
- 30 gav rapsolju
- 5-10dropar av eteriskari olju
Set alt fram, sum tú skalt brúka.
Blanda fyrst lútin: Stoyt vatnið í eitt ílat, stoyt kaustisku soduna í og rør væl ímeðan. Ver í gummihandskum og verjubrillum, tí lúturin er etsandi.
Smelta feittið (tálgina og kokusoljuna) við miðal hita. Beinanvegin feittið er smeltað, skalt tú taka grýtuna av plátuni.
Stoyt lútin varliga í feittið, meðan tú rørir við einum pískirísi í sápugreytinum. Rør frá síðu til síðu, ikki upp og niður, fyri at luft ikki skal koma í. Í byrjanini er sápan flótandi, men verður so við og við tjykkri og myrkari. Rør, til sápan er sum krem (umleið ein tíma).
Koyr síðani rapsoljuna í. Um tú vilt hava anga ella lit, kanst tú stoyta nakrar dropar í, áðrenn tú fyllir sápuna í formar.
Nú skal sápan búnast í 2-6 vikur. Eingin lútur er eftir í sápuni, tá hon er liðug. Sápan skal liggja frítt og ikki pakkast inn. Ansa eftir, at børn ikki nerta við sápuna, fyrr enn hon er liðug, tí ph-virðið í sápuni er so høgt at byrja vi!.
AMBOÐ
Grýtu á 2 litrar (ikki aluminium)
Ílat at blanda lútin í (lúturin er etsandi, brúka tí amboð úr plasti, glasi ella rustfríum stáli)
Skeið
Pískirís
Formar til sápurnar (t.d. bakiformar úr silikoni ella gamlar mjólkarpakkar)
Vekt
Deiggjskavara
Gummihandskar
Verjubrillur
