Til gagns
Steikifeitt av tálg
Tálg frá umleið 2 seyðum
- 1 súpuskeiðav salti
- 2–4 dlav vatni
Soleiðis gert tú
Tálgin verður hongd upp, til hon harðnar eitt sindur, og síðan verður hon fryst niður.
Tak tálgina úr frystaranum eina løtu, áðrenn tú skalt brúka hana.
Sker tálgina í tunnar bitar. Hetta ger, at hon smeltar skjótari og javnari.
Koyr síðan alt í eina stóra grýtu. Her verður brúkt tálg frá umleið tveimum seyðum.
Mannagongd
Tálgin skal kóka við so lágum hita sum gjørligt (her er hitin settur á 2). Tað er umráðandi, at hon kókar spakuliga, tí ov nógvur hiti kann geva feittinum ein brendan smakk.
Lat tálgina kóka í umleið 8 tímar.
Nú skalt tú brúka ein bolla, eina sílu og eitt viskustykki.
Skolda viskustykkið, so tað er heitt, tá ið feittið skal sílast. Hetta er fyri at forða fyri, at feittið storknar undir sílingini, og fyri at drepa bakteriur.
Síla so nógv feitt sum gjørligt. Restirnar av tálgini, sum liggja eftir í viskustykkinum, kunnu brúkast sum fuglafóður.
Tak ein tóman og reinan mjólkarpakka og stoyt alt feittið í hann. Set pakkan kalt, helst í køliskápið, til dagin eftir.
Klipp mjólkarpakkan upp og skola storknaða feittið undir køldum vatni, so allar restir fara av. Tú kanst eisini skera restirnar burtur, um tær ikki fara av við vatni.
Tálgafeittið er nú klárt at brúka. Sker bara ta nøgdina av, sum tær tørvar. Tú kanst brúka tað á sama hátt sum margarin.
Tálgafeitt til fisk og kips
Her ger Sára frityrufeitt til fisk og kips, og tí hevur hon brúk fyri nógvum tálgafeitti. Við hesi uppskriftini var ikki so mikið sum ein farri av tálgarsmakki at merkja, tá ið maturin var liðugur.
Sára vónar, at fleiri føroyingar og føroyskar matstovur fáa eyguni upp fyri at brúka tálg sum steiki- ella frityrufeitt.
Uppskrift frá Sáru Bernhardsdóttir.
Fylg henni á Instagram
Fylg henni á Instagram
