Til gagns

Uttandura tálgarljós

  • Reina tálg
  • Veik
  • Ílat (blikkdós ella gamlan kopp)
  • Pinn – at halda veikinum við (stokk ella stáltráð). Pinnurin skal vera longri enn tvørmálið á ílatinum, sum ljósið skal stoytast í.
  • Grýtu
  • Ílat við túti at stoyta við
  • Verjuundirlag (bløð, papp ella annað)
  • Bakipappír
  • Saks

Hvussu geri eg

Smelta tálgina í einari grýtu við miðal hita. Ansa eftir, at tálgin ikki gerst alt ov heit. Um hon fer upp um 200 stig, kann eldur koma í hana.

Tú kanst koyra anga í ljósini – til dømis eteriska olju. Tað sigst, at sitronelluolja heldur mýggjabitum burtur.

Set ílatið, sum tú skalt stoyta ljósið í, á undirlagið.

Klipp veikin, sum skal vera eitt vet longri enn hæddin á ílatinum.

Dýggja veikin undir í smeltaðu tálgini og legg hann at torna á bakipappíri.

Tá veikurin er tornaður, sting so ein stokk ella pinn ígjøgnum annan endan. Hesin skal halda veikinum í miðjuni á ljósinum.

Tú kanst hanga okkurt tungt í hin endan á veikinum – eitt nú ein seym – so tú fært veikin at hanga beint niður.

Hang veikin mitt niður í ílatið, sum ljósið skal stoytast í, og lat stokk in liggja á kantinum á ílatinum.

Stoyt varliga smeltaðu tálgina niður í ílatið. Ikki fylla heilt upp beinanvegin, men lat ljósið standa eina løtu, til skorpa er komin á.

Sting nøkur hol niður ígjøgnum skorpuna. Stoyt síðani flótandi tálgina so langt upp, sum tú vilt hava, at ljósið skal vera.

Lat tálgina stadna.

Tak stokkin úr veikinum og klipp veikin, so hann passar til ljósið.

Nú er ljósið klárt at brenna. Ljósið skal brenna uttandura. Tá tú sløkkir tað, er tað best at køva ljósið við at leggja eitt lok oman á eldslogan.

Ger tín egna veik úr bummullstoyi

Tú kanst brúka slitin seingjarklæðir, viskustykki, eina t-shirt ella okkurt annað, tú hevur liggjandi. Tað skal bara vera úr bummull. Klipp strimlar á 0,5 – 1 cm í breidd.

Flætta ella snara tað so stramt, sum til ber. Dýggja veikin undir í tálg og lat torna.

Um login á ljósinum er ov lítil, skalt tú brúka tjykkri veik.

Um ljósið rýkur, ella login bleiktrar ov nógv, skalt tú brúka tynri veik.