Uppskrift

Blóðblinis við morli

30 blinis

  • ½ lav blóði
  • 250 gav sukri
  • 2 tskav kaneli
  • 1 sskav salti
  • 100 gav mjøli
  • 100 gav rugmjøli
  • ½ tskav bakipulvuri
  • 50 gav rosinum
  • 50 gav tálg

Rótamorl

  • 600 gav kálrabi
  • 100 gav róma
  • -salt

Súltað ribsber

  • 50 gav sukri
  • 100 gav vatni
  • 100 gav ediki
  • 125 gav ribsberum
Bílegg avroð

Soleiðis gert tú

Síla blóðið, hakka rosinur og tálg smátt. Rør síðan alt tilfarið væl saman í einum bolla.

Steik blóðblinis á pannu við olju, sum smáar pannukøkur.

Rótamorl

Flys røturnar og sker tær í stórar bitar. Kóka, til tær eru moyrar. Tak røturnar úr vatninum og blenda tær saman við rómanum, til alt er blivið til morl – smakka til við salti.

Súltað ribsber

Kóka sukur, vatn og edik upp. Tak av plátuni og legg varliga ribsini í grýtuna og lat tey standa og trekkja í 1 tíma.

Legg blinis á eitt bretti ella ein tallerk, toppa hvørja blinis við rótamorli og pynta til síðst við ribsberum.