Uppskrift

Broysknar krokettir við seyðarhøvdi

Til 4 fólk

  • 250 gav kókaðum seyðarhøvdi
  • 150 gav køldum eplum
  • 2 sskav hveitimjøli
  • 2 dlav pankoraspi
  • 2samanpískað egg
  • 1 lav rapsolju
  • -salt og pipar

Urtadypp

  • 2 sskav majonesu
  • 2 sskav súrróma, 18%
  • 1 tskav sterkum sinnopi
  • 10 gav leyki
  • 10 gav súltaðari agurku
  • 10 gav kapers
  • 10 gav grasleyki
  • 10 gav persillu
Bílegg avroð

Soleiðis gert tú

Hita oljuna í einari grýtu til umleið 160 stig. Um tú eigur frituru, brúka so hana. Minst til at hava grýtulokið beint við, um eldur skuldi komið í oljuna, og far ikki burtur frá grýtuni, meðan tú matger.

Pilka kjøtið av seyðarhøvdinum í smærri bitar og morla eplini – elt saman við kjøtinum. Smakka til við salti og pipari.

Ger blandið til kúlur og vend síðan kúlunum fyrst í mjøli, so í eggi og so í pankoraspi. Endurtak eina ferð aftrat við eggi og pankoraspi.

Fritera síðan kúlurnar í oljuni, til tær eru broysknar og ljósabrúnar.

Hav eitt fat klárt við eitt sindur av køkspappíri á og legg kúlurnar at dryppa av, meðan tær kólna eitt sindur.

Urtadypp

Hakka leyk, agurku, kapers, grasleyk og persillu.

Blanda alt tilfarið saman í einari skál.

Borðreið krokettirnar við urtadyppi.