Uppskrift
Friterað hvítanýru við kilimajonesu
Til 4 fólk
- 4hvítanýru
- 4 sskav hveitimjøli
- 4 dlav pankoraspi
- 2 tskav paprika
- 2 tskav hvítleykspulvuri
- 3samanpískað egg
- 1 lav rapsolju
Kilimajonesa
- 1egg
- 250 gav rapsolju
- 1 tskav dijonsinnopi
- 1 dismav salti
- 1 sskav ediki
- 1 sskav Chuchum ella aðrari kilipasta
Soleiðis gert tú
Reinsa allar hindirnar av hvítanýrunum, so tú kemur heilt inn til reint kjøt, tað hevur ein lættan, ljósareyðan lit. Sker síðan hvítanýruni í flísar, umleið hálvanannan sentimetur tjúkkar.
Blanda paprika og hvítleykspulvur saman við pankoraspinum.
Vend hvítanýrunum í mjøli, síðan eggi og at enda í raspi.
Fritera síðan hvítanýruni í oljuni, til tey eru broyskin og ljósabrún – sum nuggets.
Hav eitt fat klárt við eitt sindur av køkspappíri á, legg hvítanýruni at dryppa av, meðan tey kólna eitt sindur.
Drússa havsalt omaná.
Kilimajonesa
Blenda alt uttan kili saman við einum stavblendara í ein minutt, so hevur tú heimagjørda majonesu. Blanda til síðst kilipastu í majonesuna. Goym kalt.
Borðreið hvítanýruni við kilimajonesu og grasleyki.
