Uppskrift

Grýtustokt hjørtu við reyðvíni

Til 4 fólk

  • 3hjørtu
  • 4 sskav smøri
  • 2leykir
  • 4bátar av hvítleyki
  • 3gularøtur
  • 2stelkar av blaðsellarí
  • 2lavrberjabløð
  • 2 tskav timiani
  • 2 tskav rosmarini
  • 2 sskav tomatpuré
  • 4 dlav reyðvíni
  • 5 dlav oksabuljong
  • 4 dlav róma
  • -salt og pipar

Eplamorl

  • 600 gav flustum eplum
  • 60 gav smøri
  • 1,2 dlav mjólk
  • -salt og pipar
Bílegg avroð

Soleiðis gert tú

Reinsa hjørtuni – sker blóðkør, sinur og tað mesta av feittinum burtur. Skola tey væl í køldum vatni. Sker hjørtuni í helvt og krydda við salti og pipari.

Hita smørið í eini grýtu, sum kann fara í ovnin, og brúnka hjørtuni á øllum síðum í 3-4 minuttir – set til síðis.

Hakka leyk, sker gularøtur og blaðsellarí í flísar. Svitsa grønmetið í somu grýtu, steik í umleið 5 minuttir, til tað hevur fingið eitt sindur av liti.

Stoyt tomatpuré í grýtuna og svitsa aftur í umleið 1 minutt.

Stoyt reyðvín í grýtuna og rør í grýtuni.

Legg síðan hjørtuni omaná og stoyt buljong omanyvir til hjørtuni eru ¾ fjald.

Set á lágan hita og lat tað smákóka í 1,5-2 tímar.

Tá hjørtuni eru moyr, stoyt tá róman í og rør væl í grýtuni. Um tú vil hava sósina tjykkri, tak so hjørtuni úr og javna við maizenu.

Eplamorl

Flys eplini og kóka, til tey eru moyr.

Hita smør og mjólk í eini grýtu.

Stoyt vatnið av eplunum, morla tey og stoyt síðan smør/mjólkarblandið í, eitt sindur í senn, til tú hevur eitt lekkurt og mjúkt morl. Smakka til við salti og pipari.