Uppskrift
Hjartasalat
Til 4 fólk
- 8hjørtu
- 4nýru
Salat
- 4hjartasalat
- 2perur
- 2súrepli
- 1 pkav strábønum
- -dild
Vinaigrette
- Saft úr 2-3sitrónum
- 2,5 dlav olivinolju
- 2 sskav dijonsinnopi
- -salt og pipar
Tzatziki
- 2agurkur
- 500 gav grikskum jogurti
- 2hvítleyksbátar
- -olivinolju
Afturvið
- -súrdeiggjbreyð
- -smør
Soleiðis gert tú
Reinsker og reinsa kjøtið. Steik fyrst hjartað á høgum hita í uml 1-1½ minuttir á hvørjari síðu. Lat tað liggja og trekkja í 2-3 minuttir, áðrenn tú sker tað í tunnar álir.
Skola pannuna, turka hana av og set hana útá aftur við høgum hita. Legg nýruni á í 1 minutt, ella til tey eru klár. Vend hjørtunum og nýranum í salti og pipari og legg á ein tallerk. Set á borðið beinanvegin, meðan tað er heitt.
Vinaigrette
Rør alt tilfarið væl saman.
Tzatziki
Sker agurkuna í helvt og skava alla miðjuna út við skeið. Rív síðan agurkuna grovt, vend í salti og lat standa í 5–10 minuttir. Lat renna av í eini sílu og kroyst alla vætuna úr.
Rør agurkuna saman við jogurtinum og smakka til við hvítleyki, salti, pipari og olivinolju.
Borðreið við skornum salati og tzatziki.
