Uppskrift

Nýru við nudlum í asiatiskari sós

Til 4 fólk

  • 6nýru
  • 300 gav nudlum
  • 200 gav spískkáli
  • 100 gav søtari kilisós
  • 120 gav gomadressingi
  • 4 tskav teriyakisós
  • 4 tskav sesamolju
  • 1 tskav svørtum sesamfræi
  • 1 tskav hvítum sesamfræi
  • 2várleykir
Bílegg avroð

Soleiðis gert tú

Skola og reinsa nýruni. Sker tey í hóskandi stykkir, steik tey á heitari pannu í olju í 3 minuttir.

Kóka nudlurnar, sum víst á pakkanum.

Rør søta kilisós, gomadressing, sesamolju og teriyakisós saman í einari skál.

Sker spískkál smátt og koyr tað í eina skál saman við nýrunum, nudlunum og sósini – rør alt væl saman.

Pynta við sesamfræi og smátt skornum várleyki.

Rætturin kann bæði njótast kaldur og heitur.