Uppskrift
Salat við seyðarhøvdi
Til 4 fólk
- 2seyðarhøvd
- ½spískkál
- 1skvassj
- -súltaðan leyk – uppskrift á síðu 72
- -bakaðar tomatir – uppskrift á síðu 115
- -sitrón
- -dild
- -olivinolju
- -salt og pipar
- -krutonir
Soleiðis gert tú
Kóka seyðarhøvdini og pilka kjøtið av.
Hakka spískkálið grovt og steik tað á einari pannu í eitt sindur av olivinolju. Set til síðis.
Steik síðan kjøtið og set til síðis.
Sker sitrónina í flísar og grilla á pannuni.
Vaska skvassjina og sker langar dálar av við til dømis einum eplaflysara. Tú skalt brúka 8 dálar.
Legg spískkálið í eina skál, legg síðan kjøtið omaná og vend so skvassj, tomatir, leyk og dild saman og legg omaná.
Stroy krutonir á.
Legg sitrónina saman við salatinum.
