Uppskrift

Sjokulátakøka við rásúltaðum rabarbum

Til 4 fólk

  • 200 mlav blóði
  • 200 gav sukri
  • 100 gav smøri
  • 100 gav myrkari sjokulátu
  • 1 tskav vaniljusukri
  • 1 dlav sterkum kaffi
  • 175 mlav kókaðum vatni
  • 200 gav hveitimjøli
  • 1 tskav natroni
  • 1 tskav bakipulvuri
  • 1 dismav salti
  • 50 gav kakao
  • 200 mlav súrróma, 18%
  • 200 mlav súrróma, 36%

Rásúltaðar rabarbur

  • 200 gav vínrabarbum
  • ½vaniljustong
  • 100 gav sukri
  • 1,5 dlav vatni
Bílegg avroð

Soleiðis gert tú

Ger blóðið klárt – syrg fyri, at tað er kalt og síla tað, so eingir klumpar eru í.

Set ovnin á 180 stig.

Blanda sukur, smeltað smør, smeltaða sjokulátu, kaffi, kókað vatn og vaniljusukur í eina skál.

Stoyt síðan blóðið í og rør tað væl saman.

Koyr alt tað turra tilfarið í eina aðra skál og blanda tað saman.

Blanda síðan tað turra tilfarið saman við tí váta tilfarinum, eitt sindur í senn. Rør tað væl, ikki píska.

Stoyt deiggið í ein smurdan springform umleið 22 cm og baka í 35-45 minuttir.

Rásúltaðar rabarbur

Reinsa rabarburnar og sker í smáar flísar. Legg tær í eitt glas, sum tolir høgan hita.

Kloyv vaniljustongina og skava kornini úr. Koyr bæði kornini og stongina í eina grýtu saman við vatni og sukri og gev tí eitt uppkók, til sukrið er upployst.

Stoyt lakan oman yvir rabarburnar – set lok á og goym kalt í minsta lagi í 1 dag.

Legg køkuna á eitt fat, tá hon er kólnað. Rør súrróman saman, smyr hann á køkuna og pynta við súltaðu rabarbunum og sýrusmæru.