Uppskrift
Smørstokt nýru við bakaðum tomatum
Til 4 fólk
- 6lambsnýru
- 50 gav smøri
- 2smáar leykir
- 2bátar av hvítleyki
- 2 tskav dijonsinnopi
- 4 sskav róma
- 4 clav madeira, cognac ella hvítvíni
- -salt og pipar
- 4 flísarav góðum breyði
- -sitrónskal
- -frískt timian
Bakaðar tomatir
- 200 gav smáum tomatum
- 1reyðleyk
- 1 sskav olivinolju
- 1 sskav balsamiko
- -salt og pipar
Soleiðis gert tú
Reinsa nýruni og tak hvítu sinuna burtur.
Sker nýruni í helvt og legg tey í kalt vatn við eitt sindur av salti ella mjólk fyri at fáa ein mildari smakk. Lat liggja í umleið 30 minuttir.
Hita smør á eini pannu við miðal hita. Hakka leyk og hvítleyk og steik á pannuni.
Legg nýruni á pannuna og steik alt við høgum hita í 3 minuttir. Tey skulu vera lætt rosa í miðjuni, ella blíva tey seig.
Krydda við salti, pipari og eitt sindur av sinnopi.
Stoyt madeira á pannuna og flambera tað. Um tú ikki hevur hug til tað, so kanst tú lata tað kóka næstan burtur.
Stoyt síðan róma á pannuna.
Smørrista breyðið á eini pannu.
Bakaðar tomatir
Tendra ovnin á 180 stig.
Sker tomatirnar í helvt, legg tær í eina skál, hakka leykin og blanda hann saman við tomatunum.
Koyr síðan olju, balsamiko, salt og pipar omaná.
Legg alt í eitt fat og baka í ovninum í umleið 20 minuttir, til tomatirnar eru bleytar.
Legg breyðið á ein tallerk, legg nýruni við sós omaná, síðan tomatirnar og drússa við timiani og eitt sindur av sitrónskali.
