Uppskrift
Sperðlapylsa við eplasalati
Til 4 fólk
Kjøtfars
- 500 gav hakkaðum kjøti, til dømis lambskjøti, svínakjøti ella avroði
- 1 tskav salti
- 1egg
- 0,5 dlav mjólk ella vatni
- 40 gav hveitimjøli
- ½leyk
- ¼ tskav pipari
Sperðlapylsa
- 500 gav kjøtfarsi
- 4várleykir
- 1 pottav timiani
- 2 sskav soya
- 2sperðlar
Eplasalat
- 500 gav kókaðum eplum
- 50 gav majonesu, ella meira um tú vilt hava kremutari salat
- 50 gav kapers
- 50 gav súltaðari agurku
- -salt og pipar
- -dild til pynt
Kjøtfars
Rør salt saman við kjøtinum fyrst, til tað verður javnt og bindur.
Blanda egg, mjólk og mjøl saman við kjøtinum.
Hakka leykin smátt og blanda leykin og piparið í farsið.
Lat hvíla í køliskápi í 20-30 minuttir.
Sperðlapylsa
Hakka várleykin og timianið smátt, og vend saman við kjøtfarsinum og soyanum.
Legg reinsaðu sperðlarnar í heitt vatn, so teir eru lættir at arbeiða við.
Koyr farsið í sproytiposa og fyll sperðlarnar.
Steik ella grilla í 20 minuttir á miðal hita, til sperðlarnir eru væl gjøgnumstoktir.
Eplasalat
Sker eplini í hóskandi bitar.
Vend eplunum við majonesu, kapers og smátt hakkaðari, súltaðari agurku.
Smakka til við salti og pipari.
Pynta við dild.
